Mekanikari / smiður søkist til verkstaðið hjá J & K Petersen Contractors á Glyvursnesi.

Verkstaðið á Glyvursnesi søkir eftir einum ágrýtnum smiði, entreprenør-, ella lastbilmekanikara.

Hevur tú royndir í at serviserað entreprenørmaskinur og hevur royndir við ymiskum tekniskum kontrollamboðum, átti tú at søkt starv hjá okkum.

Vit hava tørv á einum mekanikara/smiði sum kann arbeiða saman við smiðuformanninum við fjølbroyttum smiðuuppgávum.

Høvursdenturin í starvinum er tó at viðlíkahalda nýggju CATEPILLAR maskinurnar vit hava fingið í sambandi við útbyggingina av Tórshavnar Havn.

Av tíð at maskinurnar eru nýggjar er umráðandi at hava gott samstarv við høvuðsleverandørin frá PON Equipment í Danmark.

Av nýggjum amboðum frá CATEPILLAR eru 4 dumparar av slagnum CAT 772, 4 Gravimaskinur, harav 2 CAT 390 og 2 CAT 374, 1 gummiged CAT 988 og 2 borðivognar frá ATLAS COPCO T45 og T35.

Verkstaðið er skipað við einum smiðuformanni og einum mekanikara/smiði. Tú kemur í tøttum samstarvið við smiðuformannin at loysa fjølbroyttar smiðuuppgávur og harvið tryggja at maskinaríið koyrir sum tað skal.

Umframt servicering av maskinunum eru uppgávurnar at loysa alt vanligt smiðuarbeiðið.

Starvsfólkaprofilur.

Vit ynskja at tú:

Dugir at seta seg inn í nútímans tekniska máliútgerð

Hevur royndir í at loysa maskinrelateraðar uppgávur

Skapar úrslit og framdrift

Ert skipaður í tínum gerandisdegi

Lønin er samsvarandi útbúgving og royndum.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Tó skal tann ið settur verður, til tíðir tola stórt arbeiðstrýst og brynja seg til langar arbeiðsdagar.

Umsóknir við prógvum, CV. v.m. skulu sendast við maili á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er 17. sept. 2017 og verða umsóknirnar viðgjørdar í trúnaði.

Um spurningar eru í sambandi við starvið ert tú vælkomin at tosa við Eyðfinn Lenvig, tekniskan stjóra á tlf. 585002 ella við Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Um J&K Petersen
J&K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 150 fólk starvast hjá J&K. J&K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnaarbeiðum í øllum landinum.


Addr:. á Hjalla 13 . FO-188 Hoyvík. Tlf. 315060. Fax. 314194. jkp@jkp.fo. www.jkp.fo