Sambýlið fyri sálarsjúk í Havn

1365599881

Arbeiðið at byggja sambýlið fyri sálarsjúk í Havn byrjaði um miðjan februar 2013, tá Annika Olsen, landsstýrismaður í heilsumálum, setti spakan í. Byggingin umfatar alt arbeiðið frá útgrevstri til lidnan bygning. Byggingin er býtt upp í 5 undirbygningar, har bygningur 1, 2, 3, eru undir sama taki og bygningur 4 og 5 standa fyri seg sjálvar, leysir frá høvuðsbygninginum. Í verkætlanini eru innroknaðar 16 íbúðir, harav tær fyrstu 12 verða bygdar nú. Liðugt er at planera og í løtuni verður kloakkin og fundamentini gjørd.

Slag av arbeiðstøku: Høvuðsarbeiðstøka

Slag av arbeiði: Nýbygningur

Arbeiðsánari: Landsverk

Tíðarskeið: Mars 2013 – Apríl 2014

Sáttmálaupphædd: 13,3 mió.