Turrdokk í Harstad

1424900341

J & K hevur fingið nýggja uppgávu at loysa frá størstu byggifyritøkuni í Noregi, Veidekke, sum í 2013 hevði ein umsetning upp á einar 22 mia. norskar krónur.

Við Siri og graviflakanum, Pollinum og eini CAT gravimaskinu við langarmi, grava, lasta og flyta vit tilfar burtur frá turrdokkini í Harstad. Nøgdir av dumpaðum gróti við turrdokkina verða fluttar einar 300 metur og verða brúkt sum ífylla har.