Søkt verður eftir arbeiðsleiðara

Í sambandi við økta virksemið hjá J&K Petersen á Skálafjørðinum søkja vit eftir einum arbeiðsleiðara/formanni.

Høvuðsuppgávurnar í arbeiðinum eru m.a. at fáa arbeiðsgongdirnar í verklagsarbeiðinum at ganga eftir ætlan.

Umframt høvuðsuppgávurnar skal arbeiðsleiðarin, leiða og fordeila arbeiðsuppgávurnar fyri arbeiðsøkið.

Vangamynd:

- Ert ábyrgdarfull/ur

- Hevur leiðaraevnir

- Dugir at taka sjálvstøðugar avgerðir

- Góð samstarvsevnir

Vit kunnu bjóða:

- Góð lønarviðurskiftir

- Eitt starv við breiðum avbjóðingum

- Møguleikar fyri fakligari menning

Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Sigtór A. Petersen, verkætlanarleiðara, á tel 585009 ella Finnur Joensen, HR- og fyrisitingarleiðara, á tel 585036.

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum skjølum, skulu sendast til J&K Petersen Contractors á starv@jkp.fo ella við at posti til: J&K Petersen Contractors, Postboks 3179. FO-110 Tórshavn.

Umsóknarfreistin er 27. mai 2018.

Um J&K Petersen

J&K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K. J&K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnaarbeiðum í øllum landinum.