Søkt verður eftir dugnaligum smiðum til verkstað okkara.

1526510581

Í sambandi við økt virksemi hjá J&K Petersen er neyðugt at styrkja maskinfakligu manningina á verkstaðum. Tí verður søkt eftir dugnaligum smiðum, entreprenørmaskin- og ella lastbilamekanikarum.

Arbeiðið fevnir um viðlíkahaldan og umvælan av okkara maskinstøð. Amboðini, talan er um, eru: gravmaksinur, dumparar og onnur seramboð til entreprenørvinnuna.

Arbeiðið verður skipað í toymi og í tøttum samstarvi við okkara samskipara á økinum. Í løtuni hevur J&K Petersen Contractors yvir 50 maskinur, sum verkstaðurin serviserar í gerandisdegnum. Viðkomandi, ið settur verður, skal duga at umstilla seg til ymiskar arbeiðsuppgávur og samstundis duga at raðfesta hesar á skinsaman hátt.

Størvini verða sett so skjótt vit finna røttu persónarnar.

Vangamynd:

- Arbeiða sjálvstøðugt og innganga í toymisarbeiði

- Hava góð tænastu- og samstarvsevni

- Hava eitt skipað arbeiðslag

- Hava nógv jørn í eldinum ísenn

Vit kunnu bjóða tær:

- Løn, ið samsvarar við útbúgving og uppgávur

- Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum

- Møguleikar fyri fakligari menning

Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jørgin Paula Johannessen á tel 585014 ella við Finnur Joensen, HR- og fyrisitingarleiðara, á tel 585036.

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum skjølum, skulu sendast við telduposti til J&K Petersen Contractors: starv@jkp.fo ella við at senda umsóknina til: J&K Petersen Contractors, Postboks 3179. FO-110 Tórshavn.

Umsóknarfreistin er 27. mai 2018.

Um J&K Petersen

J&K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K. J&K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnaarbeiðum í øllum landinum.