Í samband við økt virksemi í felagnum, søkja vit eftir einum dugnaligum og fyrikomandi skrivstovufólki.

Um starvið

Arbeiðsuppgávurnar fevna um alt vanligt bókhaldsarbeiði.

 

Dentur verður lagdur á

·         Góðan telduførleika. Her verður serliga hugsað um kunnleika til Navition

·         Kunnleika til Løttløn, men tað er ikki ein treyt

·         Góð skipanarevni, gott yvirlit og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis

·         Tú ert tænastusinnað/ur og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur

·         Jaligt sinni og ágrýtin

·         At tú ert fyrikomandi

 

Vit bjóða

·         Eitt áhugavert arbeiðsøki, í einum vælvirkandi toymi, við góðum starvsfeløgum

·         Møguleikar fyri fakligari menning

 

Útbúgvingar- og førleikakrøv

·         Útbúgving innan skrivstovuyrkið ella samsvarandi útbúgving

 

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv.

Lønar og setanarviðurskifti eru sambært sáttmálanum ímillum S&K og Føroya Arbeiðsgervarafelag.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Per Kallsberg, fíggjarleiðara, á telefon 585008, ella at skriva til per@jkp.fo.

Umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum skulu sendast til: starv@jkp.fo í seinasta lagi týsdagin 28. august 2018.

Ætlanin er at seta starvið sum skjótast, ella eftir nærri avtalu.

Um J & K Petersen

J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings- og havnaarbeiði fæst fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 200 fólk starvast í fyritøkuni.