Maskinførarastørv

Maskinførarastørv

Ert tú áhugað/ur í at seta teg í førarasetrið í okkara nýmótans maskinum og dámar tær at hava nógv at gera, so er møguleikin her.

J&K Petersen Contractors søkir eftir Maskinførarum at byrja sum skjótast.

Í samband við verkætlanina í Eysturoyartunnilin søkir J & K Petersen eftir førarum til okkara beltimaskinur.

Arbeiðsuppgávur:

- Móttøku av tilfarið úr undirsjóðartunnlinum.

- Útlegging av jørð og gróti í samband við vegagerð.

- Útgrevstur og sortering av jarðartilfarið.

- Viðlíkahald av maskinum.

Vit vænta at tú:

- Dugir at seta teg inn í nútímans maskinstýringar.

- Megnar at handfara og koyra maskinurnar.

- Hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt.

- Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur og nærløgd/nærlagdur.

- Røkin.

Løn sambært avtalu.

Um tú vilt vita meira um arbeiði ert tú vælkomin at venda tær til Sigtór A. Petersen á tlf. 585009 ella við Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Umsóknir kunnu eisini sendast til við mail á: starv@jkp.fo

Um J & K Petersen

J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 150 fólk starvast hjá J & K. J & K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum/verklagsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnaarbeiðum í øllum landinum

FØROYSK BYGGING – FØROYSKUR STOLTLEIKI