Fótbóltsvøllurin í Hoyvík væl áleiðis

Arbeiðið at gera fótbóltsvøllin í Hoyvík gongur eftir ætlan, og er arbeiðið komið væl áleiðis. Ein kann nú veruliga síggja byrjandi skap av vølli.

Vit eru í gongd við at planera fyri drenrørunum, og leggja seinastu hondina á arbeiðið uttan fyri vøllin.

Stoypiarbeiðið er liðugt rundan um vøllin.