Maskinførarastørv til CATERPILLAR

1520634541

J&K Petersen Contractors søkir eftir Maskinførarum til Tórshavnar Havn.

Í sambandi við útbyggingina av Tórshavnar Havn, søkir J & K Petersen eftir maskinførarum til maskinur okkara á nýggja molanum og á Glyvursnesi.

Vit hava tørv á førarum til:

Maskinu, ið verður nýtt til laðing av nýggjum grótkasti - CAT 374F v/ tong.

Maskinu, ið tekur upp og leggur út tilfarið, ið kemur av Glyvursnesi - CAT 385C v/21m bummi.

Maskinu á Glyvursnesi til lessing - CAT 390F.

Arbeiðsuppgávur:
• At koyra CATERPILLER maskinur.
• Viðlíkahald og reinhald av maskinuni.

Vit vænta, at tú:
• Megnar at handfara og koyra maskinurnar.
• Hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
• Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.

Løn sambært avtalu.

Um spurningar eru í samband við størvini eru tit vælkomin at tosa við Eyðfinn Lenvig, tekniskan leiðara, á tlf. 585002, ella við Finnur Joensen, HR- og fyrisitingarleiðara, á tlf. 585036.

Um J & K Petersen
J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 160 fólk starvast hjá J & K. J & K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum/verklagsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnaarbeiðum í øllum landinum.