Hús og íbúðir
Íbúðir á Boðaneshamri
Í desembur 2007 vóru vit liðug við verkætlaninna íbúðir á Boðaneshamri. Sølan hevur gingið væl, og áhugin hevur verið stórur.
Tó hava vit 1 íbúð eftir, sum tit hava møguleika fyri at keypa um áhugin er har.
Íbúðin er uml 75 m2, køkur og stova í einum, 2 kømur, gongd og baðirúm. Ikki at gloyma eitt fantastiskt útsýni yvir Nólsoynna.
Prísur: 1.800.000,- kr.
Samanbygd hús á Heiðum
Samanbygd hús á Heiðum er ein partur av nýggja býlinginum í Hoyvíkshaganum.
Hesin býlingur er skipaður við grundstykkjum í fleiri ymiskum støddum. Saman við ymsu sniðunum á Heiðum, gevur byggiætlanin eitt fjølbroytt bústaðarmynstur.
Talan er um ein fullfíggjaðan býling við handilsgøtuna Karlamagnusarbreyt, sum røkkur frá húsunum á heiðum og oman til torgið við nýggju kirkjuna. Eisini eru nýbygdur skúli og barnaansingarstovnur í grannalagnum.
Húsini á Heiðum eru tíggju lonir við fýra ymiskum húsasniðum, ið enda býlingin norðureftir.
Hvørt hús hevur urtagarð, ið er umleið 120 m2 til víddar. Harumframt er umleið 3000 m2 stórt felagsøki gjørt frammanfyri húsini.
Í keypinum er eisini úthús, sum er á felagsøkinum frammanfyri húsini. Eisini eru tveir bilstøðlar, fram við Dýrindalsgøtu, til hvørt hús.
Vit bjóða tveir møguleikar:
1. Lyklaklár hús
2. Innilokað hús
Fýra ymisk húsasnið:
Húsasnið 1: Uml. 88 m2
Húsasnið 2: Uml. 132 m2
Húsasnið 3: Uml 125 m2
Húsasnið 4: Uml 132 m2
Húsini á Heiðum eru arkitektteknað. Talan er um fyrsta floks bygging, har góðskan er í hásæti. Húsini eru úr timbri og klødd uttan við annaðhvørt skiferplátum ella vatnrøttum timbri. Altan úr stáli er í hvørjari íbúð.
Faldari liggur her
Grundstykkir
Eisini hava vit 6 grundstykkir til sølu. Grundstykkini eru 400-500 m2, og tey ligga beint við íbúðirnar á Boðaneshamri.
Tey eru til sølu um hóskandi boð fæst.







