Formaður/Bólkaleiðari

1536184321

Høvuðsuppgávurnar í arbeiðinum eru saman við driftsleiðaranum, at leiða og skipa dagligar uppgávur.

Vangamynd:

Hevur royndir sum formaður/bólkaleiðari.

Hevur royndir við spuns- og betongarbeiði.

Dugir at taka sjálvstøðugar avgerðir.

Vit kunnu bjóða:

Eitt starv við avbjóðingum.

Møguleikar fyri fakligari menning.

Greið setunarviðurskiftir.

Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Finnur Joensen, HR- og fyrisitingarleiðara, á tel 585036.

Umsóknir, skulu sendast til J&K Petersen Contractors á starv@jkp.fo ella við at posti til: J&K Petersen Contractors, Postboks 3179. FO-110 Tórshavn.

Umsóknarfreistin er 23. sept. 2018.

Um J&K Petersen

J&K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umleið 200 fólk starvast hjá J&K. J&K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnargerðum í øllum landinum.