Arbeiðið í Noregi
Mikudagin 01. septembur 2010 var ein søguligur dagur hjá J&K Petersen. Grótbáturin SIRI og graviflakin Pollurin fóru til Noregs. Hetta er fyrsta arbeiðið, sum J&K Petersen hevur fingið í Noregi.
Áður hava vit arbeitt í Íslandi og Grønlandi, so tað er spennandi at arbeiða í enn einum nýggjum landi.
Arbeiðið umfatar sigling av gróti, og pollurin móttekur grótið. Grótið verður síðani planerað í hædd soleiðis ein kaj kann gerast. Arbeiðið varðar umleið 5 mánaðir.







